5
18-07-2025

Nýggi skrivstovubygningurin hjá Thor reistur

Í dag var reisigildi á Óðinshædd í Havn, har Thor letur byggja nýggjan skrivstovubygning.
Bygningurin, sum er 38 metrar langur og 16 metrar breiður, er í trimum hæddum. Í kjallaranum verða tøknirúm, servararúm, goymslurúm og arkiv. Í aðru og triðju hædd, sum eru innrættaðar líka, verða skrivstovur, fundarhøli, matarhøli, goymslur og vesir. Bygningurin verður upphitaður við jarðhita.
Málið er at sleppa undir tak við arbeiðinum, áðrenn veturin kemur. Bygningurin skal standa liðugur í mai næsta ár.