![](https://articon.cdn.fo/savn/2347/dsc03917_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=F7V2z4cU9g0HQJRsMNVFAuLCYZ8)
28-12-2022
10 ára starvsdagar á Articon
Beint undan jól skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fóru í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá. Millum annað vórðu heiðrað trý starvsfólk, sum øll høvdu havt 10 ára starvsdag í 2022. Christian Danielsen, Knút Jakobsen og Frívaldur Tindskarð (er ikki á myndini) hava allir verið í felagnum síðani 2012. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni. Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum!