![](https://articon.cdn.fo/savn/1459/birgit-útlærd.jpg?width=667&rmode=upscale&s=WaZHZ50zNF3df4anMh5y8kIXXf4)
01-07-2019
Birgit Akraberg Hansen útlærd
Birgit Akraberg Hansen hevur í dag fingið lærubræv í handils- og skrivstovuyrkinum við fyrisiting sum grein.
Birgit hevur staðið í læru í fyrisitingini á Hjalla. Í sambandi við yrkisútbúgvingina hjá Birgit var ein hugnaløta í kantinuni á Hjalla í morgun. Niclas Joensen, fíggjarstjóri, handaði Birgit eina heilsan frá felagnum í sambandi við merkisdag hennara.
Vit ynskja Birgit hjartaliga til lukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini. ArtiCon hevur í alt 35 lærlingar.