![](https://articon.cdn.fo/savn/2346/dsc03910_edited.jpg?width=667&rmode=upscale&s=SFMwT-h_w2gx5fhHGq54htI4lmg)
22-12-2022
Julian Hayfield Eysturdal útlærdur handverkari
Í dag hevur hugnaløta verið á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skránni. Millum annað varð Julian Hayfield Eysturdal heiðraður í samband við, at hann er útlærdur sum maskinsmið. Vit ynskja Julian hjartaliga tillukku við útbúgvingini og góða úrslitinum. Julian heldur á fram í felagnum.