10-10-2019

Brúgvin um Fossá í Vestmanna avhendað

14. februar 2019 gjørdu Vestmanna Kommuna og Articon sáttmála um at gera brúgv um Fossá í Vestmanna.

Seinast í februar mánaði 2019 varð byrjað at projektera brúnna. Handverkaraarbeiðið fór í gongd í mai mánaða. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og varð tað avhandað Vestmanna kommunu í gjár 9. oktober.

Brúgvin er staðstoypt og brettiforskallað. Tað eru umleið 500 m3 av betongi nýttir til brúnna. Tað hevur eydnast okkum at endurnýta timburforskallingina, sum varð nýtt til at gera brúnna.

Vit takka Spenn, Støðla, JAW, Eya og JHR fyri gott og konstruktivt samstarv.

Vit ynskja Vestmanna kommunu hjartaliga tillukku við nýggju brúnni.