10-04-2026
Útstykkingin við Stórutjørn gongur væl
ArtiCon ger nú økið til nýggja býlingin við Stórutjørn í Hoyvík byggiklárt, og arbeiðið gongur væl.
Liðugt er at spreingja og grovplanera, og í løtuni verða leiðingar lagdar og økið fínplanerað. Býlingurin skal hava fjarhita. Farið verður undir at leggja rørini, so skjótt tey koma til landið seinni í apríl.
Síðan verða kantsteinar lagdir, og at enda verður asfalterað. Í nýggja býlinginum verða yvir 400 búeindir.
Talan verður um nýggja og fjølbroytta bygging við bæði randarhúsum, raðhúsum, sethúsum, lestraríbúðum og smærri íbúðum til støk og eldri.
