
15-10-2025
Sára Norðoy útlærd sum skrivstovufólk
Sára Norðoy hevur í dag fingið lærubræv sum skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting.
Sára hevur staðið í læru í fyrisitingini á Hjalla. Í sambandi við yrkisútbúgvingina hjá Sáru var ein hugnaløta í kantinuni á Hjalla í morgun. Christian Danielsen, fíggjarstjóri, handaði Sáru eina heilsan frá felagnum í sambandi við merkisdag hennara.
Vit ynskja Sáru hjartaliga til lukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini. Sára heldur fram í felagnum sum skrivstovufólk.
Á myndini eru Christian Danielsen, fíggjarstjóri og Sára Norðoy, skrivstovufólk.