20-04-2024

Nýggjur sáttmáli undirskrivaður við Eysturkommunu

ArtiCon hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Eysturkommunu hósdagin 18. apríl um út- og umbygging av læknamiðstøðini í Gøtudali. 

Talan er um eina heildarveiting frá ArtiCon. Samlaðið kostnaðurin er 8,9 milliónir krónir. ArtiCon fer undir at grava og byggja sum skjótast. Arbeiðið er at gera uppíbygging, umframt eina endurnýggjan  av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Nakað er eisini av arbeiði at gera nýggja ventilatiónsskipan, og síðani sambinging av bygningunum.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt seinni í ár.

Jón Sigurðsson, stjóri hjá ArtiCon og Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skrivaðu undir sáttmálan.