12-01-2026
ArtiCon millum fimm tey bestu vørumerkini innan starvsfólkabrand í Føroyum
Í fjør vórðu vit tilnevnd millum fimm tey bestu vørumerkini í Føroyum í bólkinum fyritøkumarknaður. Í ár eru vit aftur tilnevnd – hesa ferð í bólkinum starvsfólkabrand. Hetta staðfestir, at vit eru millum tey fimm bestu í Føroyum.
Hetta eru vit sera errin av, og æruna geva vit fyrst og fremst okkara dugnaligu starvsfólkum. Vit hava altíð lagt stóran dent á at vera eitt av teimum bestu arbeiðsplássunum í Føroyum, og henda tilnevningin taka vit sum eina greiða viðurkenning av tí arbeiði, sum verður gjørt hvønn dag.
Vit eru stolt av okkara starvsfólkavørumerki og takka fyri heiðurin!
