
22-05-2025
Fríði og Fróði lidnir við sveinastykkið
Fríði Berghamar Sørensen og Fróði Johansen, maskinsmiðslærlingar, eru lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir seinnapartin í gjár, har høvið var at síggja sveinastykkini.
Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn teir verða útlærdir. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.
Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Jónas á Stongum, verkstaðsleiðara hjá Articon.