ArtiCon skipað fyri trýssaradegi
Í gjár hevði Articon eitt 60+ tiltak fyri teimum starvsfólkum sínum, sum eru vorðin trýss ár og eldri. Starvsfólk, sum eru givin vegna aldur luttóku eisini á tiltakinum.
Summi av starvsfólkunum hava valt at fara upp á pensión, men onnur arbeiða enn fulla tíð, hóast tey hava sneitt um hálvfjerðs.
Byrjað varð tíðliga seinnapart. Lagt varð fyri byggiplássinum á Skála, har ArtiCon byggir turrdokk fyri MEST, har Sunnvard Andreasen, stjóri, beyð starvsfólkunum vælkomnum, og síðan var rundferð við Jóannes Hansen, byggileiðara, ið fortaldi, hvussu arbeiði verður útført, og hvussu alt arbeiðið har gongur fyri seg. Dánjal Pauli í Búðini, verkætlanarleiðari, hevði framløgu og fortaldi um verkætlanina frá hon varð sett ígongd og fram til hon skal avhendast.
So varð farið á Hotel Hafnia. Her greiddi leiðslan hjá Articon frá um virksemi og framtíðarætlanir felagsins. Hjørleif Niclasen og Ben Arabo vitjaðu eisini. Tosað varð um tað góða fýsiska lívið, ymiskt sum er uppi í tíðini og skemt.
Rundað varð av við einum góðum døgurða og nøkrum fínum sangum frá Signari í Homrun.
Trýssaradagurin er eitt afturvendandi tiltak í felagnum.
