Praktikktíð gav innlit, ábyrgd og greiða kós
Tá Rógvi Árnason byrjaði sum starvslesandi byggifrøðingur hjá ArtiCon í januar 2026, var málið at fáa betri innlit í byggivinnuna.
Nú, seks mánaðir seinni, staðfestir hann, at hann hevur fingið meira enn tað. Hann hevur eisini ment seg fakliga, fingið størri ábyrgd og eina greiðari mynd av, hvat tað vil siga at arbeiða sum byggifrøðingur.
Frá tekningum til praksis
Í praktikktíðini hevur Rógvi havt nógvar ymiskar uppgávur. Millum annað hevur hann arbeitt við prosjektering, arbeiðstekningum, detaljering, prosjektgransking og BIM-modellering í Revit.
Arbeiðstekningarnar og samskiftið við ráðgevar og veitarar hava serliga ment hann fakliga.
– Eg havi fingið nógv betri fatan av tekniskum tekningum, detaljering og elementtekningum. Eg eri eisini blivin nógv tryggari í Revit, sigur Rógvi.
Eitt av tí mest læruríka hevur verið at síggja, hvussu væl alt skal samskipast fyri at fáa eina byggiverkætlan at eydnast. Hann hevur eisini fingið betri eyga fyri, hvussu prosjektering og arbeiðið á byggiplássinum hanga saman í praksis.
Sjálvstøðugar uppgávur geva fakliga menning
Rógvi leggur dent á, at hann hevur fingið ábyrgd og samstundis møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum. Hann varð knýttur at einari verkætlan, har uppgávurnar mentu seg í takt við hansara førleikar og áhugamál.
Hann hevur eisini fingið innlit í arbeiðsgrundarlag, uppmáting, góðskutrygging og samskipanina millum ymsu fakbólkarnar í byggitilgongdini.
Hann sær eisini nøkur øki, sum hann vil arbeiða meira við. Serliga nevnir hann tíðarplanlegging í MS Project, tilboðsrokning í Sigma, arbeiðsleiðslu og dagliga stýring av byggiplássum.
Á byggiplássinum sæst, hvussu alt hongur saman
Hóast nógv av arbeiðinum hevur verið knýtt at prosjektering, hevur Rógvi eisini verið úti á byggiplássum og luttikið á fundum. Hetta hevur givið honum betri fatan av framdrift, samskipan og arbeiðsleiðslu.
– Eg havi sæð, hvussu nógv samstarv og samskifti hava at siga. Sjálvt smáar broytingar kunnu ávirka arbeiðið úti á byggiplássinum heilt nógv, sigur hann.
Samstarvið við handverkarar, byggifrøðingar, verkfrøðingar og ráðgevar hevur verið sera gott. Rógvi sigur, at hann kendi seg sum ein virknan part av toyminum frá byrjan.
Góðar afturmeldingar styrkja læringina
Ein týðandi partur av læringini hevur verið at sleppa at arbeiða sjálvstøðugt við uppgávum og síðani fáa vegleiðing frá royndum fólki.
Rógvi sigur, at hann altíð hevði onkran at spyrja, tá fakligir spurningar stungu seg upp. Hann fekk eisini altíð eina frágreiðing ella afturmelding, sum hann kundi læra av og brúka víðari í arbeiðinum.
– Eg lærdi best við at royna meg fram sjálvur og síðani fáa afturmeldingar og sparring, sigur hann.
Lestur og vinna eiga at hanga betur saman
Ein av størstu avbjóðingunum, sum Rógvi vísir á, er munurin millum tað, man lærir í lestrinum, og tað, sum møtir einum í arbeiðslívinum.
Hann heldur, at útbúgvingin gevur eina góða grundvitan, men at sambandið við arbeiðsmarknaðin og tann praktiska partin kundi verið sterkari.
– Tað er ov langt millum teori og praksis. Tað hevði hjálpt nógv, um útbúgvingin var lagað meira til viðurskiftini og arbeiðsmarknaðin í Føroyum, sigur hann.
Kósin er greið
Praktikktíðin hevur styrkt áhugan hjá Rógva fyri byggifrøði. Hann hevur serliga hug til arbeiðstekningar, tíðarplanlegging, fíggjarstýring og prosjektgransking, men sigur, at næstan alt innan byggivinnuna fangar hann.
Komandi árini vil hann serliga menna førleikarnar innan tilboðsrokning, tíðarplanlegging og leiðslu.
Spurdur, um hann sær seg arbeiða hjá ArtiCon eftir lokna útbúgving, er svarið greitt:
– Ja, avgjørt.
ArtiCon takkar Rógva fyri hansara íkast og tíðina í felagnum og ynskir honum bestu eydnu víðari við lesnaðinum. Rógvi fer eisini at arbeiða hjá ArtiCon ein dag um vikuna komandi tíðina.