13-05-2021

Hugnaløta í Vágatunlinum

Í gjár varð skipað fyri hugnaløtu í Vágatunlinum, nú verkætlanin at umvæla Norðoyatunnilin og Vágatunnilin er liðug. Á hugnaløtuni greiddi Brandur Patursson millum annað frá listaverkinum, sum er í botninum í tunlinum, har m.a. tann eina ljósinstallatiónin hjá Brandi ímyndar norðlýsið.

Umframt at hava stoypt kantstein og føringskant hevur Articon eisini staðið fyri øllum trygdarviðurskiftum í sambandi við verkætlanina. Arbeitt hevur fyri tað mesta verið um náttina, fyri at hava trygdina í hásæti. Áðrenn arbeiðið fór í gongd, varð skipað fyri trygdarskeiði.

Vit kunnu fegnast um, at eingin skaði hevur verið. Arbeiðið hevur eydnast sera væl og er liðugt til tíðina innan fyri fíggjarkarmin.

Vit takka felagnum Tunnil fyri møguleikan, álitið og samstarvið. Vit takka eisini listamanninum Brandur Patursson, HMP-consult, SMJ ráðgevandi verkfrøðingar, arbeiðstakarum LM-elektrict, Kreton og HJ Asfalt fyri eitt fyrimyndarligt samstarv. 

Á myndini síggjast listamenninir Brandur Patursson og Tróndur Patursson saman við umboðum frá Articon.