
09-05-2025
Árligi starvsfólkadagurin hjá ArtiCon hildin við Tjarnir
Í dag savnaðist alt fólkið hjá ArtiCon til árliga starvsfólkadagin – hesa ferð í nýggju høllini við Tjarnir.
Hetta var fyrstu ferð, at høllin hýsti slíkum degi, og hon var sera góð til endamálið.
Evnið fyri dagin í ár var “samstarv millum ættarliðini”.
Skráin var fjølbroytt. Millum annað vóru framløgur um virksemið og gongdina hjá felagnum seinasta árið og í komandi tíð. ArtiCon hevur bygt høllina við Tjarnir, og á starvsfólkadegnum varð greitt frá sjálvari verkætlanini, og so var rundvísing í stásiliga bygninginum.
Seinnapartin varð dentur lagdur á toymisarbeiði, áðrenn tikið varð samanum, og so varð avrundað við einum góðum handverkarabita.
Starvsfólkadagurin er ein fastur táttur í árinum hjá ArtiCon og eydnaðist stak væl.