13-05-2024

ArtiCon undirskrivað sáttmála við Smyril Line

Fríggjadagin bleiv sáttmáli skrivaður við Smyril-Line um bygging av nýggjari høvuðsskrivstovu, farstøð og pakkhúsi umframt tilbygning og innskrivingarklyvum á Eystaru bryggju. Samlaða støddin 8.054 fermetrar.

Ráðgevarar í verkætlanini eru: Arkitektar Henning Larsen, LBF Ráðgevandi verkførðingar, PBC og Verk.fo

Arbeiði skal byrja í juni í ár og verður liðugt 1. Juni 2026.