11-04-2016

Articon byggir heimsins størstu smoltstøð til Bakkafrost

Bakkafrost og Articon hava skrivað undir sáttmála um bygging av heimsins størstu smoltstøð. Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála, har Articon stendur fyri projektering og bygging av støðini. Eins og á smoltstøðini á Viðareiði ger danska fyritøkan AQS reinsiskipanina.

Smoltstøðin verður bygd norðuri á Strond á lendið, sum Bakkafrost júst hevur keypt frá Klaksvíkar Kommunu. Smoltstøðin er knappar 20.000 m2 til víddar og rúmar 28.960 m3 av vatni.
Lendisarbeiðið byrjar í næstum, og støðin skal standa liðug á heysti 2018.