10-02-2024

Eitt talgildari ArtiCon

Í 2022 fór ArtiCon undir langtíðarætlan at talgilda byggivirksemið hjá sær og at gera meira brúk av nýmótans talgildum amboðum. Í dag varð so úrslitið av fyrsta pilotprosjekti felagsins á økinum lagt fram fyri byggileiðarum felagsins.

Nú er tað ikki tað, at ArtiCon er farið at talgilda hvørt træpetti. Heldur vilja vit gagnnýta nýmótans amboð og telduforrit til at nágreina virksemi okkara og til at gera eitt enn dyggari arbeiði. Tilgongdin er drúgv, men ætlanin er, at talgildingin skal rótfestast í ArtiCon og gerast vanligur partur av arbeiðsgongdum felagsins, alt frá prosjektering til avhendan.

Talgildingin skal eitt nú vera við til at temja hin støðugt vaksandi kompleksitetin í verkætlanum okkara og gera tað lættari at taka røttu avgerðirnar. Soleiðis skulu vit koma í færri tvørligar støður í byggitilgongdini og skulu kunna fyribyrgja heldur enn rætta. Við betri arbeiðsgongdum fer framleiðslan eisini at vaksa.

Talgilding ber eisini annað gott við sær. Ikki minst kann hon vera við til at minka um tungt og einsháttað arbeiði og soleiðis skapa eitt tryggari og heilsubetri arbeiðspláss. Við talgilding kann ein armering til dømis teknast í 3D og síðan testast á arbeiðsplássinum, hvussu hon er at jarnbinda. Ætlanin er eisini við talgilding at arbeiða fram ímóti at smíða flestu bygningslutir inni undir skipaðum viðurskiftum í le fyri regni og vindi.

Nógv er lært, og royndirnar verða nú nýttar í arbeiðinum víðari fram.