08-03-2024

ArtiCon ynskir øllum ein góðan altjóða kvinnudag

Seinastu árini eru nógv fleiri kvinnur komnar í byggivinnuna, og tær trívast. ArtiCon hevur í longri tíð sett bæði kvinnur og menn í øll størv. Í dag eru bæði kyn umboðað á øllum økjum millum ófaklærd, faklærd, innan hægri útbúgvingar og í leiðslustørvum í felagnum.
Hetta hevur havt stóran týdning fyri bæði framleiðslu og trivnað. Leingi hava mest sum bara menn arbeitt í byggivinnuni, men seinastu árini eru fleiri kvinnur komnar afturat, og hetta er við til at betra um góðsku og trivnað.
Um 10% eru nú kvinnur í ArtiCon, og ynskið er, at tær skulu gerast nógv fleiri komandi árini. Hetta styrkir um fjøbroytnið og harvið um møguleikan fyri betri loysnum.
Nakrar av kvinnunum í ArtiCon seta orð á upplivilsið av yrkisleið síni í byggivinnuni.
Rebekka Østerø, byggifrøðingur í tænastutoyminum:
"Áðrenn eg kom í starv hjá ArtiCon, kundi eg stúra eitt sindur fyri, hvussu tað fór at verða at vera kvinna í byggivinnuni, meg eg kann ikki siga, at eg havi upplivað nakra forðing. Tú skalt kanska prógva eitt sindur meira enn mannfólkini onkuntíð, men so hvørt sum vit verða fleiri kvinnur í vinnuni, so verður tað meira natúrligt hjá fólki at síggja, at kvinnurnar eisini duga sítt."
Sonja Simonsen, ófaklærdur húsasmiður:
“Eg trívist ordiliga væl, og mær dámar, at fokus er ikki á kyn, men á uppgávur, trivnað og gott samstarv. Tað kennist frítt at vera til arbeiðis, og hvør dagur hevur ymiskar avbjóðingar, og tað dámar mær ordiliga væl.”
Karin Jørindsdóttir Hansen, verkfrøðingur og byggileiðari:
"Tað er undranarvert, at kvinnur velja byggivinnnuna frá, tá tær hugsa um at velja sær starv. Tað finnast hópin av spennandi møguleikum, bæði hvat viðvíkir arbeiði og útbúgving.”
Elin á Heygi, verkætlanarleiðari:
“Tað er mennandi og spennandi at starvast í einum stórum toymi, har tað ikki verður bólkað eftir aldri og kyni, men har øll eru á jøvnum føti og hava eitt felags mál. Tú kennir teg aldrin einsamalla og kemur í samband við nógv ymisk fólk. Starvsfelagar eru hjálpsamir, tá ið á stendur, og tað er eisini ein gleði við sjálv at sleppa at bjóða inn við hugskotum. Alt í alt eitt spennandi umhvørvi, har ein verður vird og hoyrd.”
Rannvá Álaberg, dumparasjaførur:
"Byggivinnan er akkurát nakað fyri meg. Tað er stuttligt at vera til arbeiðis og at síggja broytingar í tí, sum man ger hvønn dag. Eg trívist væl ímillum arbeiðsfólkið, men eg haldi apsalutt, at vit mangla fleiri kvinnur í byggivinnuni. Tað hevði verið deiligt, um fleiri komu at arbeiða við maskinum og bygging.”