6Mai26 B3A1178
22-05-2026

Starvsvenjing við ábyrgd og veruligum avbjóðingum

Hjá ArtiCon leggja vit stóran dent á at geva lesandi veruligt innlit í arbeiðið í byggivinnuni – fakliga, verkliga og menniskjaliga. Tey skulu fáa møguleika at læra gerandisdagin á einum byggiplássi at kenna.

Seinastu 10 vikurnar hevur Sverri Hansson av Argjum verið í starvsvenjing hjá okkum. Sverri lesur byggitøkni í Aalborg, og í starvsvenjingini hevur hann fingið høvi at royna seg við fleiri spennandi uppgávum.

Hann hevur serliga verið knýttur at arbeiðinum við nýggja bygninginum hjá Smyril Line á Molanum í Havn. Har er ferð á, og hvønn dag eru nógvar ymiskar uppgávur at loysa.

“Tað hevur verið sera gevandi at vera partur av einum prosjekti, har eingin dagur er líka, og har alt ikki altíð gongur eftir ætlan. Tað hevur víst mær, hvussu nógv samstarv hevur at siga,” sigur Sverri.

Hann hevur millum annað arbeitt við byggitekningum, lofts- og gólvplanum og samskipan millum byggileiðslu og byggipláss. Hann hevur eisini samskift við byggiharra og aðrar samstarvspartar. Hetta hevur givið honum gott innlit í ein týðandi part av arbeiðinum í byggivinnuni.

“Ein av styrkjunum við starvsvenjingarskipanini hjá ArtiCon er, at lesandi fáa ábyrgd og sleppa at royna seg við veruligum arbeiðsuppgávum,” sigur Sverri. “Eg hevði vónað, at eg fór at fáa uppgávur við ábyrgd. Tað fekk eg, og tað hevur verið sera mennandi.”

Hann leggur eisini dent á, hvussu umráðandi tað er at fáa afturmelding, tá man er praktikantur.

“Tað er eingin ivi um tað,” sigur hann. “Tá man er praktikantur, hevur tað nógv at siga at fáa at vita, um arbeiðið er gott, og hvat man kann gera betur.”

Hjá ArtiCon síggja vit starvsvenjing sum virðismikla læring, bæði fyri tann lesandi og fyri okkum sum arbeiðspláss. Tí arbeiða vit støðugt við at menna okkara starvsvenjingarskipan, so lesandi fáa eina góða, læruríka og mennandi uppliving.

Sverri verður liðugur við útbúgvingina í juni og hevur eitt greitt mál: at gerast arbeiðsleiðari í byggivinnuni.

Vit takka Sverra fyri tíðina hjá okkum og ynskja honum alt tað besta víðari á leiðini.