24-04-2020

Tunnilsarbeiði í Hvalba

Arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin gongur væl, hóast korona hevur rakt samfelag okkara. Arbeiðið er nakað ávirkað av nýggju støðuni, men øll fyrivarni verða tikin, og virksemið er skipað sambært almennu tilmælunum. Boraðir eru 1.750 metrar av teimum 2.520 metrunum, sum tunnilin verður. Roknað verður við, at borað er ígjøgnum á Ólavsøku.

Arbeiðið at gera veg báðu megin tunnilin gongur væl. Talan er um koyriveg á ávikavist 2 km. og 1 km. Hvalbiar og Tvøroyra megin. Í løtuni vera káplar lagdir niður í vegin. Arbeitt verður í bólkum, har tveir bólkar altíð eru í gongd, meðan ein bólkur hvílir. Starvsfólkini, sum starvast á verkætlanini, búgva í skúrbýnum á Drellnesi, har tey eisini hava síni egnu kantinu. Á Drellnesi er ein mobil blandistøð uppsett í samband við tunnilsarbeiðið.