14-12-2018

Lærlingar innan maskinsmíð hava lokið bókligu útbúgvingina á Glasir

Samkoma var á maskindeildini á Glasir fyrrapartin í dag. Lærlingar innan maskinsmíð hava lokið skúlapartin av læruni. Í hesum sambandi var prógv handað lærlingunum. Tveir av lærlingunum vóru Tórður S. Guttesen og Pætur Dahl, sum báðir eru í læru hjá ArtiCon. Teir verða útlærdir sum maskinsmiðir í 2019.

Vit ynskja bæði Tórður og Pætur hjartaliga tilukku við skúlaprógvnum og góða eydnu í framtíðini.