
Frágreiðing um burðardygd fyri 2024
Frágreiðingin um burðardygd fyri 2024 er nú almenn, og úrslitini vísa, at vit hava megnað at vaksa sum fyritøka, uttan at útlátið er vaksið í sama mun – hetta er eitt týðandi stig á rættari leið, men vit vita eisini, at arbeiðið er als ikki liðugt.
Hóast vøkstur í virksemi hava vit megnað at minka útlátsintensitetin. Hann er minkaður við knøppum 16% síðani 2022. Talan er um eitt týðandi framstig, sum hevur verið møguligt við samansetingini av fleiri ymiskum átøkum. Vit hava arbeitt miðvíst við at minka útlátið og betra um bæði tilfars- og orkunýtslu, og hetta hevur longu givið jalig úrslit.
Her eru nøkur lyklatøl frá árinum, samanborin við 2022:
· Umsetningurin er vaksin við 62% frá 2022 til 2024, meðan CO₂-útlátið harafturímóti einans er vaksið við 36% sama tíðarskeið.
· Oljunýtslan er vaksin við 37%, men oljunýtslan pr. mió. kr. í umsetningi er lækkað frá 2.292 litrar/mió. til 1.945 litrar/mió. Hetta er ein lækking á 15%, sum bendir á, at vit hava fingið meira burturúr hvørjum litri.
· Burturkastið er økt við 56%, í mun til umsetningin, sum er vaksin við 62%. Men vit arbeiða miðvíst við at minka um hetta og økja um endurnýtslupartin.
· El-nýtslan er vaksin við 49%, meðan fjarhitanýtslan er minkað við 4% – eitt tekin um betri orkunýtslu.
· Útlátsintensiteturin er lækkaður frá 7,24 tCO2e/mió til 6,09 tCO2e/mió. Hetta er ein lækking á knøpp 16%.
Vit síggja greið framstig á fleiri økjum, tá vit samanbera 2022 við 2024. Miðvísa arbeiðið at fáa meira burtur úr minni sæst aftur í tølunum.
Sí alla frágreiðingina her.