11-05-2017

Høvuðsarbeiðstakarasáttmálin undirskrivaður um Skúlan á Fløtum

Høvuðsarbeiðstakasáttmálin er undirskrivaður millum samtakið Articon – Búsetur Í/F og Tórshavnar Kommunu, um bygging av skúlabygningi á Fløtum. 17. november 2016 skrivaðu Tórshavnar kommuna, ráðgevarasamtakið Eind Í/F og Samtakið Articon–Búsetur Í/F við undirarbeiðstakarunum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install undir partalagsavtalu, og farið var undir fasu 1, har verkætlanin hevur verið gjøgnumgingin og tillagað og endaligi byggikostnaðurin ásettur.

20. des. skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum. Byrjað var uppá tað arbeiðið í endanum av februar og tað er nærum komið á mál. Avgrevsturin av økinum var longu framdur í fjør summar, eftir at hakin var settur í 23. mai 2016.

Sambært tíðarætlanini verður samlaði bygningurin klárur at taka í nýtslu tíðliga á sumri 2020. Talan er um ein bygning til skúla og frítíðarskúlaendamál, umframt annað mentanarligt virksemi, herundir eina ítróttahøll við áskoðaraplássi.