89B53ea2 5A02 4D33 9Efe 19E2a98bb97e
20-07-2026

Summarfrítíð hjá okkum 🌞

Nú er tíðin komin, har vit leggja amboðini frá okkum eina løtu og fara í summarfrítíð. Tískil er fyritøkan stongd næstu vikurnar. Vit eru til arbeiðis aftur 12. august. 

Vit hava savnað nakrar myndir frá teimum mongu verkætlanunum, sum okkara dugnaligu og røsku starvsfólk hava arbeitt við higartil í ár. Summar eru lidnar, meðan aðrar framvegis eru í gongd – og vit eru errin av tí arbeiði, sum er gjørt.

Nú eru starvsfólkini farin í eina væl uppiborna og væl fortjenta summarfrítíð. Vit gleða okkum at bjóða teimum vælkomnum aftur 12. august, úthvíld og klár at taka fatt aftur við at byggja fyri okkara byggiharrum.

Vit ynskja øllum eitt framhaldandi gott summar! 🌞