Joen Jacob Winther Útlærdur 2026
30-01-2026

Joen Jacob Winther nýggjur húsasmiður

Joen Jacob Winther er útlærdur sum húsasmiður hjá ArtiCon.

Joen Jacob móttók sítt sveinabræv á eini samkomu í morgun og segði Sunnvard Andreasen, stjóri, nøkur orð til Joen Jacob, og gav honum eina heilsu frá felagnum.

Vit ynskja Joen Jacob hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini.

Á myndini síggjast Dánjal Sørensen, arbeiðsleiðari, Joen Jacob Winther, hússmiður og Sunnvard Andreasen, stjóri.