28-05-2024

ArtiCon gjørt sáttmála við Demich og Mariu Poulsen

ArtiCon hevur gjørt sáttmála við Demich og Mariu Poulsen um HVS- og ventilatiónsarbeiðið Við Tjarnir.
Verkætlanin hjá ArtiCon at gera stórhøllina Við Tjarnir gongur væl. Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við Demich og Mariu Poulsen um at standa fyri HVS- og ventilatiónsarbeiðinum, og saman fara fyritøkurnar nú at tryggja, at høllin verður væl og tíðarliga útgjørd til hitastýring, sanitet, frárensl og ventilatión.
Hetta hevur stóran týdning fyri, hvussu tað fer at kennast at vera í høllini, og ikki minni týdning hevur tað fyri burðardygd og umhvørvisárin.
ArtiCon ynskir Demich og Mariu Poulsen bestu eydnu við verki sínum.
Arbeiðið byrjar beinanvegin.
Á myndini síggjast
Anja Rein, stjóri í Demich, Jón Sigurdsson, stjóri í ArtiCon og Kjartan á Dul, stjóri hjá Mariu Poulsen.