14-03-2019

Miðnámsflokkur á Glasir á vitjan hjá ArtiCon

Í dag var ein flokkur av Glasir á vitjan hjá Articon. Vitjanin var í samband við, at temadagar hava verið á Glasir. Evnið hevur verið menniskja og náttura. Flokkurin 18u hevur í hesum sambandi arbeitt við sand og betong.

Flokkurin vitjaði á betongframleiðsluni á Hjalla. Her varð millum annað kunnað um betongframleiðsluna, og nomið var eisini við møguligar yrkisleiðir í byggivinnuni. Tey lesandi sóu, hvussu ein betongframleiðsla fer fram í praksis frá byrjan til enda.

Tey lesandi vístu stóran áhuga fyri fakinum. At ein flokkur á miðnám kemur á virkisvitjan, er eitt gott og spennandi tiltak, har góður møguleiki er at nema sær vitan um tann praktiska partin av tí, tey læra í skúlanum.