28Sep26 84A2619
07-10-2026

Nýggi skrivstovubygningurin hjá Thor Management tikin í nýtslu

Nýggi skrivstovubygningurin hjá Thor Management er nú liðugur og tikin í nýtslu. ArtiCon hevur staðið fyri byggingini í heildararbeiðstøku og fegnast um at hava verið við til at skapa nýggjar og góðar karmar um virksemið hjá fyritøkuni.

Verkætlanin er komin væl á mál eftir eitt gott og konstruktivt samstarv millum byggiharra, ráðgevarar, undirveitarar og starvsfólk. ArtiCon ynskir Thor Management hjartaliga til lukku við nýggja bygninginum og takkar fyri álitið og góða samstarvið í allari byggitíðini.

ArtiCon takkar eisini Arkitektum 99 og Spenn fyri gott samstarv sum ráðgevarar. Somuleiðis verður ein tøkk latin undirveitarunum Renovent, Install, RND, VM Gólv, Føroya Gólv og Betongsaging, Müller, Plan og Andrias Berg fyri gott samstarv.

Ein stór tøkk verður latin øllum starvsfólkum og øðrum, sum hava verið við til at fáa verkætlanina trygt og væl á mál.

28Sep26 84A2612

28Sep26 84A2591B

28Sep26 84A2594