
04-09-2025
Petur J. Simonsen nýggjur húsasmiður
Petur J. Simonsen er útlærdur sum húsasmiður hjá Articon.
Á samkomu í morgun móttók Petur sítt sveinabræv og segði framleiðsluleiðarin, Sunnvard Andreasen nøkur orð til Petur, og gav honum eina heilsu frá felagnum. Petur er í løtuni partur av toyminum í Elementhøllini hjá Articon á Sundi.
Vit ynskja Peturi hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Petur hevur valt at halda á fram í felagnum og heldur fram sum handverkari.
Á myndini síggjast Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari, Petur J. Simonsen, húsasmiður og Høgni Feilberg Pedersen, arbeiðsleiðari hjá Peturi.