Fríði 3
01-12-2025

Fríði Berghamar Sørensen útlærdur maskinsmiður

Fríði Berghamar Sørensen er liðugur við sína útbúgving sum maskinsmiður hjá Articon.

Á samkomu í morgun móttók Fríði sítt sveinabræv og segði Sunnvard Andreasen, stjóri, nøkur orð til Fríða, og gav honum eina heilsu frá felagnum. Fríði hevur lært á verkstaðnum hjá Articon.

Vit ynskja Fríða hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta víðari á leiðini. Fríði hevur valt at halda á fram í felagnum og heldur fram sum handverkari.

Á myndini síggjast Sunnvard Andreasen, stjóri, Fríði Berghamar Sørensen, maskinsmiður og Frívaldur Tindskarð, arbeiðsleiðari hjá Fríða.