16-05-2019

Reisigildi á nýggja Sundsverkinum

Í desembur 2016 varð sáttmáli undirskrivaður við SEV um bygging av nýggjum Sundsverki. Nýggja verkið hevur heitið Støð 3. Harumframt verður bygd ein tilhoyrandi koblingarstøð. Articon ger saman við ymiskum undirarbeiðstakarum í stórarbeiðstøku meginpartin av byggiarbeiðinum, meðan BWSC veitir og uppsetir motorar og tilhoyrandi tekniskar veitingar. Harumframt ger SEV ymiskt í eginframleiðslu. Ráðgevingini stendur Í/F Stinni fyri.

Spakin bleiv settur í í januar 2017, og nú góð tvey ár seinni er síðsta sperra reist, og hægsta punkt á bygninginum rokkið. Í hesum sambandi helt SEV reisigildi í góðveðrinum hósdagin 16. mai 2019.

Byggingin hevur sum heild gingið væl higartil, og um alt gongur eftir ætlan, verður nýggi bygningurin latin SEV komandi ársskiftið.