25-02-2022

Fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing

Seinastu 14 dagarnar hava tríggir skúlanæmingar í Eysturskúlanum í Havn verið í starvsvenjing hjá Articon. Teir hava roynt seg á ymiskum økjum, eitt nú innan verklag, maskin og timbur. Allir tríggir næmingarnir hava verið framúr raskir. Byggivinnan er ein sera spennandi vinna við hópin av yrkisligum og fakligum møguleikum og avbjóðingum. Sum skúlanæmingur í starvsvenjing hjá Articon kemur ein runt á ymisk pláss og sleppur at royna fjølbroyttar uppgávur.

Vit ynskja næmingunum alt tað besta víðari á leiðini og góða eydnu við skúlanum.