02-11-2012

Boðanesheimið handað Tórshavnar Kommunu

Í dag verður verkætlanin "Eldradepil Yviri við Strond", sum á mannamunni kallast Boðanesheimið, handað Tórshavnar Kommunu.

Tað var 14. desembur 2010, at hakin varð settur í og fyrstu fløgini loyst av borgar- stjóranum og forkvinnuni í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Kommunu. Síðan hevur verið arbeitt av øllum alvi. Hin 5. oktobur 2011 bleiv fyrsti útveggurin reistur, og tað tók 13 mánaðir at inniloka og liðugtgera teir sløku 5.500 fermetrarnar, sum Boðanesheimið fevnir um.

Nú kommunan yvirtekur heimið, verður húsið opið fyri almenninginum leygar- og sunnudagin millum kl. 15:00 og 18:00.