4Juni26 0870 D
12-06-2026

Væleydnaður betongdagur hjá ArtiCon

Hósdagin í síðstu viku skipaði ArtiCon fyri einum betongdegi fyri vinnukundum, starvsfólki og samstarvsfelagum.

Endamálið við degnum var at savna fólk úr vinnuni til ein fakligan og hugnaligan dag við denti á vitan, menning og samstarv. Evnini snúðu seg serliga um betong, stoyping og loysnir, sum hava týdning í gerandisdegnum á byggiplássum.

Á skránni vóru fleiri viðkomandi framløgur. Okkara egnu serfrøðingar og gestafyrilesarar greiddu frá um nýggj sløg av betongi og tilsetningsevnum, forskalling og formloysnir, trygd í sambandi við stoyping, yvirflatuloysnir, góðsku og royndir úr vinnuni.

Dagurin byrjaði við morgunmati, áðrenn farið varð undir skránna. Eisini var gott høvi at práta saman, seta spurningar og deila royndir um arbeiðshættir og framtíðarloysnir í byggivinnuni. At enda varð boðið til ein góðan bita á blandistøðini, har luttakararnir kundu halda fram við práti og netverkan.

Vit vilja senda eina stóra tøkk til gestafyrilesarar og samstarvsfelagar okkara:

·         Søren frá Branell

·         Henning og Christian frá PERI

·         Jesper frá Master Builders Solutions

Eisini vilja vit takka okkara egnu fólkum, sum við eldhuga og fakligari vitan vóru við til at gera dagin áhugaverdan og læruríkan.

Betongdagurin vísti enn eina ferð, hvussu týdningarmikið tað er at savnast um fakligar avbjóðingar, royndir og góðar loysnir.

Takk til øll, sum luttóku og vóru við til at gera dagin bæði fakliga gevandi og hugnaligan.