![3Nov21 0955](https://articon.cdn.fo/savn/2156/3nov21_0955.jpg?width=667&rmode=upscale&s=NuJAsEnHSl1Lk-CG5ArxH1AS190)
05-11-2021
Samkomuhúsið Hebron liðugt innilokað
Teir seinastu mánaðirnar hevur Articon staðið fyri arbeiðinum at bjálva, klæða og mála samkomubygningin Hebron í Leirvík. Vindeygu og úthurðar eru sett í, og tekjan er flagað. Arbeiðið hevur gingið sum ætlað.