Dalux 1
27-04-2026

ArtiCon á Dalux User Day

Talgilding gevur byggivinnuni betri fyrisitingarlig amboð enn áður. Í 2022 fór ArtiCon undir eina langtíðarætlan at talgilda alt byggivirksemið hjá sær, so at nýggju møguleikarnir kunnu gagnnýtast til fulnar.

Sum liður í hesum arbeiði luttók ArtiCon í síðstu viku á fyrsta Dalux User Day í Føroyum. Umleið 80 fólk úr byggivinnuni vóru savnað til tiltakið. Dalux er eitt danskt forrit, sum verður brúkt av nógvum fyritøkum í Norðurlondum og kring heimin til at umsita dátur í byggiverkætlanum.

Forritið gevur møguleika at arbeiða við m.a. góðskustýring, tekningum, skjølum, eftirliti og samskifti millum partarnar í eini verkætlan. Átta fólk frá ArtiCon luttóku á tiltakinum. Einar Johannessen, verkætlanarleiðari hjá ArtiCon, hevði framløgu um talgildingararbeiðið hjá fyritøkuni. Hann greiddi frá, hvussu ArtiCon ítøkiliga brúkar talgilding á einum byggiplássi, og hvussu

Dalux kann vera eitt týdningarmikið amboð til at fáa tryggari, effektivari og betur skipaðar byggiverkætlanir. Dalux User Day eydnaðist væl, og ArtiCon heldur fram við arbeiðinum at talgilda sítt byggivirksemi til framtíðina.