15-06-2024

ARTICON ÚTGEVUR FRÁGREIÐINGINA 2023 UM BURÐARDYGD HJÁ FELAGNUM

Burðardygdin hjá ArtiCon í 2023 er nú kannað og verður lýst í nýútgivnari frágreiðing, nevnd ESG-frágreiðing fyri ArtiCon 2023.*
Við vælskornum teksti og hugvekjandi myndum er hon lesnaður fyri øll, og vil man djypri, eru hagtølini eisini mong, umframt at innlit verður givið í ferð okkara fram ímóti CSRD-rokniskapinum.**
Heilt frá byrjanini hevur ArtiCon sett sær fyri at verið burðardygt, og líka síðan hava dygd, trygd og trivnaður verið fremstu mál.
Brellbitar um ArtiCon í 2023:
• Av CO₂ útlátinum hjá okkum frá vav 1 og vav 2, so kemur 88 % av útlátinum frá okkara bilum og maskinum. Hetta leggja vit okkum eina við, bæði við átøkum og nýggjari tøkni. Les meira síðu 9, 10 og 17.
• Í 2023 tók ArtiCon inn metnógvar lærlingar. Ikki færri enn 19 gentur og dreingir í fýra ymiskum lærugreinum. Les meira á síðu 21.
• Í 2023 gjørdi ArtiCon 300 kantsteinar og 171 mastrarfundament úr restbetongi, tað er betong, sum annars hevði farið burtur. Sum nakað nýtt fóru vit eisini at gera betongflísar úr restbetongi. Les meira á síðu 25.
*) ESG er stytting fyri Environmental, Social, and Governance
**) CSRD er stytting fyri Corporate Sustainability Reporting Directive