30-08-2018

Góða arbeiðið á byggiplássinum á Sundi heldur fram

Tað er ikki langt síðani, at tað varð grillað á byggiplássinum í samband við, at tað hevði verið arbeitt í yvir 400 dagar uttan skaða við fráveru. Í dag var aftur hátíðarhald á plássinum, tí nú eru 500 dagar farnir uttan skaða við fráveru.
Dagurin var hátíðarhildin við eini flottari køku til øll starvsfólkini á plássinum.

Slíkt kemur ikki av ongum, tí hetta krevur millum annað, at arbeiðið verður lagt væl til rættis umframt eina góða trygdarmentan í felagnum.

Vit eru sera glað og errin av hesum avriki og vilja ynskja øllum á byggiplássinum stórt tillukku – keep up the good work 😊