28-01-2019

Helgi á Fløtti liðugur við sveinastykkið.

Fríggjadagin varð Helgi á Fløtti, timburlærlingur, liðugur við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein lítil samkoma á Glasir, har høvi var at síggja sveinastykkini hjá øllum lærlingunum, sum vóru lidnir. Prógvini verða handað í summar, tá Glasir skipar fyri felagsprógvhandan fyri øll, sum verða liðug á Glasir í ár.

Helgi á Fløtti verður útlærdur komandi heyst. Vit ynskja Helga hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Helgi er avmyndaður saman við sínum arbeiðsleiðara, Vinjard Guttesen og Jógvan G. Müller, deildarleiðara á timburdeildini hjá ArtiCon.