15-09-2023

Útbyggingin av dagstovninum í Hans Andriasar gøtu avhendað

Í dag avhendaði Articon útbyggingina av dagstovninum í Hans Andriasar gøtu í Havn, eisini nevndur Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus.

Jørðarbeiðið byrjaði í mars í ár, og betongarbeiðið síðst í apríl. Fyrstu elementini vórðu reist 23. mai. Síðan fóru timburmenninir í sving, og so hvørt eisini elektrikarar, rørleggjarar, múrarar, gólváleggjarar og málarar. Stovnurin hevur nú fingið tvær nýggjar vøggustovueindir við tilhoyrandi felagsøki, umframt starvsfólkarúm og skrivstovu.

Økið uttanum er eisini gjørt av nýggjum. Barnagarðshegn, nýggjur sandkassi og vognskýli eru komin afturat og átta parkeringspláss. Avhendingin var sett at skula vera um miðjan september, og tað eydnaðist. Í Articon fegnast vit um góða samstarvið við allar partar, sum vóru við til at fáa avhendingina at vera til tíðina. Articon ynskir Tórshavnar kommunu bestu eydnu við dagstovninum.