Kirkjugarðurin á Knúgvum víðkaður
Í mai 2025 fór ArtiCon undir arbeiðið at víðka um kirkjugarðin á Knúgvum í Vestmanna. Arbeiðið varð liðugt og handað Vestmanna kommunu 29. mai 2026.
Fýra mans vóru knýttir at verkætlanini. Arbeiðið fevndi millum annað um at taka bleytt tilfar burtur, spreingja og javna helluna við sprongdum og knústum gróti. Síðani varð rein sandmold løgd aftur á økið. At enda varð fríðkað við gøtum og gróðri, so nýggi parturin hóskar væl saman við verandi kirkjugarði.
Við verkætlanini er kirkjugarðurin á Knúgvum víðkaður við umleið 2.500 fermetrum. Hetta gevur 211 nýggj gravarpláss og tryggjar, at kirkjugarðurin komandi árini hevur neyðuga plássið til gravsetingar og kann tæna bygdini á virðiligan hátt.
ArtiCon takkar Vestmanna kommunu fyri álitið og fyri sera gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina. Tað hevur verið ein gleði at vera partur av hesum týdningarmikla arbeiði fyri kommununa.