21-07-2018

Articon gjørt sáttmála um at byggja hotell

Articon hevur gjørt sáttmála við Hotel Hafnia um at byggja eitt nýtt hotell á Oknarvegnum í Havn.

Verkætlanin fevnir um bygging av hotelli á umleið 4.800 m2.

Bygging er í høvuðsheitinum eitt betongbyggjarí, har inniveggir og hæddarskilnaður verða úr betongelementum. Útsíðurnar verða úr timbri og glasi meðan flag verður lagt á tekjuna.

Byggingin skal eftir ætlan byrja í august 2018, og hotellið skal takast í nýtslu á sumri 2020.