17-11-2020

Skúlin á Fløtum tikin í nýtslu

Tann 20. desember 2016 skrivaðu Samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum.

Nú gott 3 1/2 ár seinni er skúlin tikin í nýtslu. Hetta er tann størsta íløgan í ein fólkaskúla í Føroyum nakrantíð. Bygningurin er 155 metur til longdar, 45 metur breiður, 18 metur har hann er hægstur, og 4 metur har hann er lægstur.

Bygningurin er 11.600 m² til støddar.

Bygningurin er samansettur av 7 sjálvstøðugum eindum. Arkitektarnir ímynda sær hesar verandi 7 oyggjar, ið verða skyldar sundur við firðum og sundum. Tekjan bindir oyggjarnar saman í eina felags eind.

Til vígsluna av skúlanum segði Annika Olsen, borgarstjóri, millum annað í røðu síni: “Hetta er so framúrskarandi væl úr hondum greitt, og eg vil hjartaliga takka øllum tykkum, sum hava verið við í arbeiðinum - heilt frá fyrsta hugskoti til seinastu handling.”

Vit á Articon eru fegin og eyðmjúk um, at vit hava verið partur av hesi stórfingnu verkætlan og ynskja Tórshavnar kommunu, næmingum, lærarumog starvsfólki hjartaliga tillukku við skúlanum og bestu eydnu við honum.