27-11-2025
Útveggirnir á nýggja høvuðssætinum hjá Thor á Óðinshædd eru nú settir upp.
Bygningurin er 38 metrar langur og 16 metrar breiður og hevur tríggjar hæddir.
Í kjallaranum verða tøknirúm, servararúm, goymslurúm og arkiv. Onnur og triðja hædd verða innrættaðar eins; her verða skrivstovur, fundarhøli, kantina, goymslurúm og vesir.
Upphitingin verður við jarðhita.
Klárt skal verða at flyta inn í mai næsta ár. Myndirnar blivu tiknar í síðstu viku, tá veðrið var heldur betri 

