22-07-2021

Leon Borum Hansson útlærdur handverkari

Í dýrdarveðrinum í morgun var hugnaløta á byggiplássinum á Argjahamri. Her varð tað markerað, at Leon Borum Hansson er liðugur við læruna sum handverkari. Á samkomuni í morgun móttók Leon sveinabrævið. Jón Sigurdsson hevði eina heilsu og handaði Leon sveinabrævið. Vit ynskja Leon hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Leon heldur á fram í felagnum. 

Á myndini síggja vit Jón Sigurdsson, stjóri, Leon Borum Hansson, timburmaður og Jóhan Sørensen, formaður.